13 ár at mála brúnna um Oyrasund

Steinar Patursson

01.08.2016 - 22:29

Tíðindi > Danmark

Brúgvin um Oyrasund er eftirhondini 16 ára gomul og er merkt av tíðarinnar tonn.

Neyðugt er tí at mála brúnna av nýggjum, men tað er ikki bert sum at siga tað, og væntandi verður brúgvin málað í 13 ár.

TV2 skrivar, at farið verður undir arbeiðið í 2019, og einaferð í 2032 skal arbeiðið verða liðugt.

Tá brúgvin um Oyrasund varð málað fyrstu ferð, tá lá hon á landi og var ikki sett saman. Nú strekkir hon seg átta kilometrar tvørtur um Oyrasund, og tað hevur sjálvandi sínar avbjóðingar, og tí tekur so leingi at mála.

Ongar verandi loysnir eru fyri málaraarbeiðið, og tí verður Oyrasund Samtakið noytt at gera egnar tekniskar loysnir, skrivar TV2.

Suðursíðan skal málast millum 2019 og 2023, norðursíðan millum 2024 og 2028, áðrenn farið verður við undirsíðuna í 2028. Arbeiðið verður væntandi liðugt í 2032.



Mest lisið