Drápið á Malta vakti fekk stórt uppmerksemi í Evropa. Myndin er frá einum minningarhaldi í Brússel (Mynd: EPA)

Átta handtikin á Malta í máli um bilbumbu

Ingi Samuelsen

04.12.2017 - 10:29

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Løgreglan á miðjarðarhavsoynni Malta hevur handtikið átta persónar, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við drápið á journalistin og bloggaran, Daphne Caruana Galizia.

Galizia var kend fyri at ákæra tey ráðandi á Malta fyri mutur. Hon varð dripin 16. oktober av eini sterkari bilbumbu.

Joseph Muscat, forsætisráðharri á Malta gav boðini um handtøkuna, nú næstan tveir mánaðir eftir drápið. Hann upplýsti, at øll átta eru maltesarar, og øll eru kend av løgregluni. Meira verður ikki upplýst.

Løgreglan hevur nú tvey samdøgur til at avhoyra tey handtiknu áðrenn tey verða leyslatin aftur ella førd fyri dómara við áheitan um varðhaldsfongsul.

53 ára gamla Daphne Caruana Galizia skrivaði áhaldandi um mál, sum eftir øllum at døma høvdu við mutur at gera langt inn í stjórnarskrivstovurnar á Malta. Bloggur hennara vendi sær móti politikarum á øllum síðum.

Les eisini: Kritiskur journalistur dripin av bilbumbu

Les eisini: Fleiri ivaspurningar viðvíkjandi bilbumbuni á Malta

Les eisini: Europol til Malta at vera við í kanningararbeiðinum



Mest lisið