Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
OY-RCI, sum er Airbus A319 flogfarið, ið Atlantic Airways langtíðarleigar frá írsku fyritøkuni SMBC, verður verandi í flotanum hjá flogfelagnum.
Tað boðar Atlantic Airways frá í tíðindaskrivi.
Ætlanin var annars, at OY-RCI eftir summarfrítíðina skuldi latast SMBC aftur, og ístaðin skuldi Atlantic Airways leiga eitt A320 flogfar, OY-RCK, frá Air Castle, ið somuleiðis heldur til í Írlandi, men hetta verður ikki av nøkrum. Orsøkin er, at leigufelagið megnar ikki at gera flogfarið klárt til tíðina.
OY-RCI, Ingálvur, sum hann er navngivin, hevur verið partur av flotanum síðani 2014 og verður, nú leiguavtalan er longd, væntandi í felagnum til mars 2019. Hann er av sama slagi sum Elinborg, A319, ið flogfelagið sjálvt eigur. Atlantic Airways eigur eisini William, sum er nýggja A320 flogfarið, sum kom í flotan um ársskiftið.
- Fyri at tryggja trý flogfør í flotanum hava vit valt at leingja avtaluna við SMBC í 18 mánaðir. Hetta gevur okkum samstundis tíð til at umhugsa, hvussu framtíðar flotin hjá Atlantic Airways skal síggja út, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.