Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum, sum fyri tveimum vikum síðan vann sín innleiðandi HM-undankappinginarbólk frammanfyri Turkaland, Montenegro og Luksemborg, eru nú komnar í bólk saman við Kekkia, Slovenia, Íslandi og Týsklandi í bólki 5 í HM-undankappingarspælinum, sum byrjar í september í ár.
Londini spæla ein heima- og útidyst ímóti hvørjum øðrum.
Týskland var tað bestseedaða liðið av teimum fýra, sum Føroyar kundu trekkja, Ísland tað næstbestseedaða, Slovenia tað triðbestseedaða, meðan Kekkia var tað fjórðbestseedaða liðið av teimum fýra, sum Føroyar kundu trekkja.
Hetta er greitt, eftir at lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum hevur verið á skránni fyri løtu síðan.
Sjey bólkar eru í HM-undankappingarspælinum við fimm londum í hvørjum bólki.
HM hjá kvinnum verður í Fraklandi í 2019.