Kristianna Tórheðinsdóttur, Ludvík Petersen, William Bærentsen, Bjarni Rasmussen, Aleksandur L. Olsen, Vilhelm Clementsen, Bárður Clementsen

Framsøkin Ung nýggja nevnd

Tíðindaskriv

30.09.2017 - 15:48

Tíðindi >

Aðalfundur hjá Framøskin Ung, ungmannafelagnum hjá Framsókn, var um vikuskifitð á Loftinum í Hafnia.

Bjarni Rasmusen heldur fram sum formaður. Næstformaður er William Bæretnsen. Aleksandur L. Olsen er skrivari, Ludvík Petersen, kassameistari og Vilhelm Clementsen er nevndarlimur.

Sum nakað nýtt skipaði Framsøkin Ung ein starvsbólk.

Hann er samansettur av Bárði Clementsen, formanni í tiltaksnevndini, Kristiannu Tórheðinsdóttir, miðla og samskiftisfólk og Bjarna Kárason Petersen, altjóða skrivara.

Framsøkin Ung boða frá, at allir sessirnir vórðu einmalt valdir.

Bjarni Rasmussen, William Bærentsen, Aleksandur L. Olsen og Kristianna Tórheðinsdóttir vóru í nevnd undanfarna árið eisini.

Umframt formliga partin, so hellt Jóannes Jacobsen framløgu um føroyska búskapin i dag. Tosað varð um avbjóðingar, møguleikar, haldføri í búskapinum, sveiggj o.a.

Siðan kom Poul Clementsen, stigtakari til Framsókn, og helt áhugaverda framløgu um upprunan til Framsókn. Greitt varð frá, hvussu hugskotið kom fram av fyrstan tíð, hvussu tað mentist og aðrir faktorar, sum skulu til fyri stovna ein nýggjan flokk.

- Vit fóru í holt við tað, sum øll søgdu vera ógjørligt í dagsins politiska landslagi, vóru m.a. orð, sum ein beit merki í.

Framsøkin Ung fer við gott mót í holt við eitt nýtt ár, við nógvum spennandi avbjóðingum.