Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Tað er í dag klokkan 14.15, at Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, skjýtur fyrsta skotið í sambandi við byggingina av Eysturoyartunlinum.
Hetta verður á Strondum á almennum hátíðarhaldi, sum byrjar klokkan 14.
Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlum, leggur eftir ætlan út við at bjóða vælkomin, og halda hareftir Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Artur Johansen, bygdarráðsformaður í Sjóvar Kommunu, røðu
Røðurnar verða við tunnilsmunnan á Strondum.
Klokkan 14.15 skjýtur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, so fyrsta skotið.
Eftir hesa hátíðarløtuna verða kaffi, te og køkur at fáa í bygdarhúsinum á Strondum
Fyriskipararnir leggja aftrat, at verður veðrið ikki til vildar, verða røðurnar í staðin hildnar í bygdarhúsinum eftir fyrsta skotið
Í sambandi við hátíðarhaldið, siglir annars Ternan av Bursatanga kl. 12.30 inn á Strendur. Túrurin er ókeypis. Á vegnum verður lagt at í Nólsoy. Siglt verður aftur av Strondum kl. 16.00 til Havnar. Ternan tekur 295 ferðafólk. Bussur koyrir frá Ternuni til tunnilsmunnan, eins og frá tunnilsmunnanum til bygdarhúsið og aftur til Ternuna.
Tunnilin ímillum Streymoynna og Eysturoynna skal eftir ætlan verða liðugur í 2019, meðan tann til Sandoynna eftir ætlan skal verða liðugur í 2023.