Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Ein lýsing, sum verður sagt at vera rasistisk, hevur elvt til øði og mótmæli fleiri staðni í Suðurafrika. Hetta skrivar Politiken. Herverk hava verið á H&M-handlar í landinum, og handilsketan hevur tí avgjørt at steingja allar handlarnar í landinum.
Lýsingin er ein mynd av einum svørtum dreingi, sum er í eini blusu við tekstinum ”Coolest monkey in the jungle”, sum er "kulasta apan í skóginum" á føroyskum.
Svenska handilsketan hevur biðið um umbering og tikið lýsingina aftur.
Nú er reklaman gjørd av nýggjum við einum hvítum barni.