(Mynd: CNN)

Heimsins størsta flogfar víst fram

Ingi Samuelsen

01.06.2017 - 08:55

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Stratolaunch eitur heimsins størsta flogfar. Farið skal ikki brúkast til ferðafólkaflutning, men til at senda fylgisveinar út í rúmdina.

Tað er amerikanski ríkmaðurin, Paul Allen, ið stovnaði Microsoft saman við Bill Gates, ið hevur tikið stig til flogfarið av teirri orsøk, at tað er alt ov trupult at fáa sent fylgisveinar út í rúmdina.

Í gjár vísti hann fyri fyrstu fer serliga flogfarið fram í Mojave-oyðimørkini í Kalifornia, skrivar CNN.

Stratolaunch hevur størstu veingjavídd, ið higartil er sædd - yvir 117 metrar – og tað er einans russiska farmaflogfarið Antonov-225, ið hevur eina størri longd, skrivar CNN.

Stratolaunch hevur seks motorar av sama slag, sum Boeing 747-ferðafólkaflogførini brúka. 28 hjól eru á lendingarstellinum og flogfarið kann bera eina vekt upp á 226 tons. Arbeitt hevur verið við verkætlanina í seks ár.

Sambært Jean Floyd, verkætlanarleiðara, er ætlanin at hava fyrstu royndarflúgvingina í 2019.

Málið við Stratolaunch er ikki einans at gera tað lættari at senda fylgisveinar í ringrás um jørðina, men eisini at gera tað nógv bíligari.




Mest lisið