Føroyar taptu stórt í seinasta dystinum í HM undankappingini Mynd: Jens Kr.Vang(savnsmynd)

Italia vann stórsigur

Agnar Frederiksen

13.01.2018 - 21:33

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroyar vóru væl við í fyrra hálvleiki, men taptu at enda sera greitt í seinasta dystinum í hesari HM-unndankappingini. Italia vann 29-18, og endar harvið á øðrum plássi í bólkinum.

Undan kappingini varð væntað, at hetta var tann dysturin, har føroyingar høvdu best møguleika. Italia vann í gjár óvæntað á Ukraina. Føroyar høvdu tvey átta-máls tap í viðførinum, og Føroyar vóru fyriuttan Helga Hoydal og Fríða Weyhe. Spælskiparin Jónas G. Djurhuus spældu ikki nógv í dag heldur, og Peter Krogh var ikki so nógv í álopinum sum áður. 

Føroyar byrjaðu við Niklasi Simonsen í málinum, Róki Akralíð á strikuni, Niklasi Selvig á høgra vongi Kjartani Johansen á høgra bakki, Tróndi Kragesteen spælskipari, Hans Eli Sigurbjørnsson á vinstra bakki og Høgna Klein Olsen á vinstra vongi. Í verjustøðu varð dekkað við offensivari 3-2-1 verju. Hilmar Leon Jaokobsen kom inn fyri Hans Eli at dekka sum 1`ari. Peter Krogh kom inn fyri Trónd at dekka sum 2`ari Soleiðis byrjaðu Føroyar, men tað var nógv rotatión sum dysturin leið.

Italia byrjaði betri, men Føroyar kom væl innaftur í dystin, og munurin í 1.hálvleiki varð ongantíð stórur. Føroyar var tó ongantíð á odda, og í hálvleikinum var støðan 13-10. Offensiva verjan riggaði rímiliga væl í 1.hálvleiki, men Føroyar høvdu trupult við at steðga tunga strikuleikaranum hjá Italia, ið ofta gjørdist ein ímóti einum.

Føroyar komu uppá 10-10, tá tíggju minuttir vóru eftir av 1.hálvleiki. Men so fingu føroyingar einki mál í yvir 15.minuttir. Afturvendandi trupuleikin var at skóta frá ov truplum støðum, og tá opnu møguleikarnir komu, so brendu føroyingarnir ofta. Tað var nógv broyting á liðnum, og tað ávirkaði kanska eisini. Orkan spældi heilt víst eisini inn. Málverjin hjá Italia stóð eisini ein góðan dyst.

Seinnu helvt av seinna hálvleiki fall føroyska liðið saman, og tapti at enda við ellivu málum. Hetta var ikki tað punktum, sum føroyingar vildu seta, men manglandi orka og ymiskt annað spældi inn í dag, og føroyingar fara heim eftir trý greið tap og fleiri lærdómat. 

Føroyskir málskjúttar:

Peter Krogh 4
Jónas G. Djurhuus 3(2)
Kjartan Johansen 2
Rókur Akralíð 2
Tróndur Kragesteen 2
 Niklas Selvig 1
Høgni Klein Olsen 1
Hilmar Leon Jakobsen 1
Sjúrður Olsen 1
Sigmundur Nolsøe 1