Enn fleiri skýmyndir

Sokallað amboltskýggj eru helst ikki so óvanlig í Føroyum.





Tá vit herfyri høvdu mynd av einum skýggi, ið fjaldi Lítlu Dímun – sí her – heittu vit eisini á fólk um at senda okkum myndir av líknandi og øðrum náttúrufyribrigdum.





Ein teirra, ið líkaði áheitanini er Hannes Gislason, ið hevur varnast líknandi skýggj í seinastuni.





Tvær av myndunum eru frá 19. januar í ár og ein frá 6. februar – allar eru tiknar úr Nóatúni í Hornabø í Havn.

--

Síðan vit bóru hesa greinina fyrr í dag, eru fleiri myndir komnar inn