Gekkafepurin heldur fram


Aftur næsta fríggjadag ert tú noyddur at spæla gekk, tí hann fór nevniliga heldur ikki í kvøld. 3,2 milliónir krónur eru uppá spæl næsta fríggjadag.





Í kvøld var tað fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, sum ringdi inn við fullari plátu. Ella, hann ringdi inn fyri konuna, Hjørdis, sum hevði fulla plátu.





Hann setti stóru gekkaupphæddina á tann reyða leypin, og so var at vóna tað besta. Heðin royndi bæði eina, tvær og tríggjar ferðir, men tað eydnaðist ikki at koma á reyða leypin.





Eftir stóð hann við 12.500 krónum. Tað eru eisini pengar.





Næsta fríggjadag verður Gekkurin 3,2 milliónir krónur.