Útróðrarbáturin Sjóbúgvin úr Funningi kom í kvøld á Leirvík við einum kalva sum vigaði umleið 220 pund. Heri Højsted var einsamallur umborð á bátinum, og fekk kalvan við snellu.
Hann megnaði ikki at fáa hann umborð á bátin, so hann hekk í stýriborðssíðu tá báturin kom á Leirvík.
Vit vóru á bryggjuni tá hann kom inn, sí myndir niðanfyri.