Nógv fólk møttu í kvøld upp á Tórsvølli har møguleiki var at síggja HM-steypið, sum kom við Coca Cola flogfarið til Føroya seinnapartin.
Fyrrverandi franski landsliðsspælarin, Christian Krembeu, sum var við til at vinna steypið til Fraklands í 1998 er við í Føroyum, og nógv fingu mynd av honum saman við steypinum eisini.
Í morginárið fer steypið víðari til Íslands.
Sí myndir, sum Jens Kristian Vang tók á Tórsvølli í kvøld.