Myndir: Prámurin lagdur við ferjuleguna í Vestmanna



Seint seinnapartin kom Brimil á Vestmanna við práminum, sum hann fann 120 fjórðingar norðan fyri Føroyar í gjár.





Tað var eftir eina fráboðan frá týskum trolara, at Vørn og MRCC settu leiting í verk eftir hesum práminum, sum eitur Malik II og er 22x13 metrar stórur.





Helst hevur eitt fraktskip mist prámin eystur úr Labrador í novembermánað í fjør.





Sum skilst hava slíkir prámar eitt virði á meira enn tríggjar milliónir krónur. Nú liggur hann so í Vestmanna.

Vit tóku nakrar myndir tá teir bundu hann fastan.