Myndir: Regnvátt 1. maidagshald


Veðrið var einki serligt seinnapartin, og tað var helst ein orsøk til, at so fá fólk vóru til 1. maidagshald seinnapartin.





Á regnváta Vaglinum stóðu eini 50 fólk og lurtaðu eftir røðarunum Elin Sørensen, nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag, Absalon Hansen, nevndarlimur í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Heðin Mortensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin.





Havnar Hornorkestur spældi eisini.

Ólavur Frederiksen tók nakrar myndir seinnapartin.