Myndir: So er katamaranurin komin á sjógv



Katamaranurin, sum næstu vikurnar skal røkja nólsoyar- og hestleiðina var í kvøld settur á sjógv.





Issehoved, sum ferjan eitur, kom við Goðafossi fyrr í dag, og í kvøld varð hann hivaður á land og síðani settur á sjógv.





Issehoved tekur 98 ferðafólk, nakað av farmi men ikki bilar. Ferjan er bygd í Noreg í 1991.

Ferjan verður royndarsigld í morgin og týsdagin áðrenn hon fer í rutusigling mikudagin.