Myndir: Soleiðis sær út umborð á Kruzenshtern


Nú meðan Kruzenshtern liggur í Føroyum er møguligt at sleppa umborð at hyggja. Tað er ikki nógv man sleppur at síggja umborð, men tey vitjandi sleppa at síggja eitt kapell.




Talan er um næst størsta seglskip í heiminum, og manningin telur 176, og 24 ferðafólk. Kruzenshtern sigldi runt knøttin í 1995-96 og aftur í 2005-06, umframt at skipið javnan tekur lut í regattasiglingum kring heimin.



Kruzenshtern er ein bark við fýra mastrum, sum varð bygd í 1926 á Teklenborga skipasmiðjuni í Bremenhafen í Týsklandi.




Øll eru vælkomin at vitja umborð frá 10-18. Skipið liggur í dag afturat.