Upp móti 40 fólk høvdu í gjárkvøldið funnið vegin í snotuligu hølini á Copenhagen Business School á Frederiksberg.
Samvinnan, sum er felagið hjá føroyskum lesandi á CBS, skipaði fyri tiltakið um KT, har fleiri leiðandi persónar í vinnuni høvdu framløgu.