Myndir: Við Willi á túri á Skála


Í góðverðinum í gjár var Eilif Jógvansson til stuttleikar ein túr við lítla kálvinum Willi.





Hann var hjá forskúla, barnagarði, í skúlanum og í dagtilhaldinum fyri dement.





Bæði ung og gomul vóru glað fyri at síggja fitta kálvin, sum er níggju og ein hálvan mánað gamal, men er á stødd við ein kálv á fýra mánaðir. Hann er 96 cm høgur og 1,32 metur langur.