Myndir: Útigudstænasta í Gundadali


Fólk í Havn høvdu í dag, 2. hvítusunnudag, møguleika at sleppa til útigudstænastu á ovara vølli í Gundadali.

Prestarnir í Suðursteymi tóku lut við lestri, prædiku og bøn, hornorkestrini í býnum spældu undir kendar sálmar, og søga varð lisin fyri teimum smáu.

Okkurt árið hava heilt upp ímóti 1500 fólkum verið til gudstænastuna í Gundadali, og nógv fólk vóru eisini møtt upp í dag.


Jens Kristian Vang tók myndir av útigudstænastuni í ár.