Semingsuppskot lagt fyri partarnar


Nú í kvøld er semingsuppskot lagt fyri partarnar í sáttmálatrætuni millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.




Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við tíðindasíðuna in.fo, at avtalan er, at hoyra aftur frá pørtunum á midnátt.




Hava partarnir brúk fyri meiri tíð, fáa tey tað, men higartil er avtalan at hoyrast aftur á midnátt.




Tað var ikki fyrr enn í gjár, at partarnir aftur fóru til veruligar samráðingar. Verkfallið hevur nú vart í ein góðan mánaða.