Vilja byggja brýr millum Føroyar og USA

Fyri útlendingar er tað altíð ein serstøk og innilig uppliving at vitja Føroyar um ólavsøkumundið. Og so var tað eisini fyri ein av serstøku ólavsøkugestunum í ár, nevniliga tí amerikanska sendiharranum í danska kongaríkinum, Rufus Gifford.



Sendiharrin hevur eina ferð áður vitjað oyggjarnar, men tann vitjanin var stutt. Nú nýggi uttanríkis- og vinnumálaráðharrin, Poul Michelsen, hevur sett sær fyri at lata dyrnar upp fyri fremmandum og opna teirra eygu fyri landi og fólki til tess at menna samstørv á nógvum økjum, hevði hann boðið amerikanska sendiharranum til Føroya. Og varð henda vitjan løgd soleiðis til rættis, at hon skuldi vera nettup um ólavsøkutíð, soleiðis at hann hesin frægi gesturin kundi vera til steðar á júst okkara tjóðarhátíð, tá so nógv livandi mentan er savnað á einum stað í nakrar fáar dagar.



Sendiharrin hevði undir vitjanini høvi at hitta bæði politikarar, vinnulívs- og mentanarfólk og at vitja náttúruvøkur pláss í landinum, eitt nú Mykines. Eisini slapp sendiharrin at royna sjólívið, tá høvuðseigarin av Norðlýsinum, Thor í Hósvík, gjørdi tað møguligt hjá honum saman við vinnulívsfólki og uttanríkis- og vinnuráðharranum at fara stuttan túr á Nólsoyarfirði.Thor man við sínum mongu skipum á heimshøvunum vera ein tann føroyska fyritøkan, sum er vorðin mest global, og tí var tað  eisini náttúrligt, at stjórin Hans Andreas Kelduberg sá henda túrin sum ein møguleika fyri at lata dyr upp og skapa altjóða sambond. 



Á túrinum fingu umboð fyri fleiri føroyskar fyritøkur eitt nú Føroya Tele, SEV, Thor, Føroya Bjór og aðrar við høvi at kunna sendiharran um teirra virksemi og framtíðar vónir og vissiónir.Til tess at samskipa hesa týðandi uppgávu høvdu stigtakararnir fingið vinnulívsráðgevan Johan Mortensen, sum í mong ár hevur roynt at byggja brýr millum Føroyar og umheimin. 



Í  sambandi við túrin nýtti eisini stjórin í FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki og limur í Stýringsbólkinum fyri 4. oljuútbjóðing, Jan Müller, høvi at kunna sendiharran um føroyska oljuleiting ov føroyska veitingarvinnu og nevndi í hesum sambandi, at amerikonsk oljufeløg hava havt ein týðandi leiklut í royndunum at finna olju og gass í føroysku undirgrundini og er tað tí eitt náttúrligt ynski hjá bæði myndugleikum og vinnuni, at amerikanska sendistovan í Danmark, kann vera við til at byggja brýr millum Føroyar og amerikanskar íleggjarar tvs. oljufeløg. Eisini varð víst á roydirnar hjá føroyingum at menna eina maritima vinnu og við hesum at gera Føroyar til tænastuveitingardepil í Norðuratlantshavi.



Amerikanski sendiharrin varð í hesum sambandi sera hugtikin av møguleikunum hjá eitt nú amerikonskum skipum at brúka Føroyar sum eitt slag av “pitstop” í sambandi við framtíðar skipaferðslu tvørtur um Atlantshav og eisini sigling til og úr Arktis. Tvs. eitt stað har tú leggur at landi og fær allar tær tænastur tær tørvar. Sendiharrin segði seg við egnum eygum at hava sæð, hvussu væl útbygt føroyska samfelagið er – eisini til at veita tænastur til útlendingar. At undirstøðukervið er so væl útbygt, at tað t.d.  letur seg gera at veita flest allar hugsandi tænastur eftir stuttari tíð var hann ikki sørt bergtikin av. Sendiharrin fór heldur ikki tómhentur avstaðaftur men fekk kunnandi tilfar um bæði føroyska oljuleiting og føroyska oljuvinnu. 



Í samrøðu við føroyska oljuportalin sigur Rufus Gifford seg vóna, at amerikanska sendistovan í Keypmannahavn kann vera brúgvabyggjari og bæði at fáa boðskapin um Føroyar sum framtíðar leitiøki eftir olju og gass, út til amerikanskar íleggjarar  umframt eisini at menna sambond millun USA og Føroyar sum heild.



“Høvuðsorsøkin til at eg eri komin til land tykkara er at vita, hvussu man kann skapa uppaftur fleiri handils- og mentanarlig sambond millum USA og Føroyar. Eg havi hoyrt um tykkara einstandandi laks, sum tit eisini selja til USA, og tað haldi eg er ein sera góð søga at byggja víðari uppá. Eg eri komin higar bæði til at tosa um laks, um orku, um ferðavinnu og so nógv annað, sum tit hava fyri og sum vit lítið og einki vita um.



Mín uppgáva er at hyggja at tí tit gera og framleiða og sum fungerar og vita, um hetta er nakað vit kunnu brúka og vera við til at menna. Tit eru við til at fjøltátta tykkara búskap og er hetta nakað vit kunnu hjálpa við.



Eg kenni ikki øll svarini, og vit hava heldur ikki allar loysnirnar, men vit vilja fegnir vera við til at finna tær gjøgnum samrøður sum hesar. Vit kunnu ráðgeva føroyska vinnu, og vit kunnu eisini duga betri at deila vitan. Vit vilja fegnir vita, hvørjar avbjóðingar tit hava og eru hesar nakað vit kunnu hjálpa til við at lofta, so gera vit tað. Kanska eiga vit at vitja tykkum oftari fyri at koma longur og skjótari á mál.”



Sendiharrin leggur dentur á, at tá sambond skulu byggjast og mennast millum tjóðir, so fevna hesi sjálvandi ikki bara um vinnulív. Tey fevna so sanniliga eisini um mentan og útbúgving.



Rufus Gifford dylur ikki fyri, at hóast hann hevur nógvar fyrisitingarligar uppgávur, so ger hann alt fyri at koma út millum fólk.



“Tá eg vitji fremmand lond, so dámar mær best at gera eitt sindur av hvørjum. Her eru so nógvir ymsir spurningar at seta seg inn í, tað politiska, mentanin, búskapurin, veðurlagið, hernaðarliga støðan, Arktis osfr. Haldi eg havi fingið innlít í tað mesta av hesum, sum eg so kann taka við mær aftur á sendistovuna sum barrlast. Og síðani kunna víðari um tað til mínar arbeiðsgevarar í USA.



Eg eri ein av teimum, sum dámar best at sleppa út úr skrivstovuni og síggja, hvat livir rundan um ein, og tí hevur tað eisini havt stóran týdning fyri meg at kunna síggja so stóran part av tykkara óvanliga vakra landi. Eg havi m.a. vitjað í fjallalendinum í Mykinesi og eg havi verið til sjós við eini slupp. Eg havi hitt fólk av øllum slag, høg sum lág og eg havi verið so heppin at kunna vera við til tykkara tjóðarhátíð, ið eg má siga er so einastandandi og nakað heilt fyri seg. At síggja og hoyra tykkara songgleði, tykkara gleði at vera saman og at vísa fram teir sera vøkru búnarnar og annars mongu gomlu siðirnar, sum framvegis eru livandi, tað er bara so ringt at finna tey røttu orðini fyri tí.



Eg vil fegin fara aftur til USA og fortelja teimum, hvat tykkara mentan hevur at bjóða fremmandum, eitt nú amerikonskum ferðafólkum, ið velja at leita henda vegin.



Eg eri veruliga fegin og eyðmjúkur um at hava fingið henda møguleikan at síggja tykkara land og hitta allar hesar fryntligu føroyingarnar, sum eru so ernir av sínum egna landi. At hava fingið henda møguleikan ger meg nógv betri ílætnan til eisini at vera tykkara ambassadørur, tá eg fari heimaftur til mítt egna føðiland.



Rufus Gifford sigur seg at enda vóna, at hann fær eina tíð aftrat í Danmark sum sendiharri, soleiðis at okkurt úrslit kann síggjast aftur av hesi áhugaverdu og gevandi ferðini til Føroya.



“Føroyingar skulu heldur ikki halda seg aftur at brúka sendistovuna í Keypmannhavn, tá okkurt er teir hava brúk fyri at vita um USA og annars fyri at menna sambond millum londini.”



Eisini føroyski verturin til hesa góðu vitjan, Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnuráðharri sigur, at hann fegin vil taka hond saman við amerikanska sendiharranum fyri at menna bondini og byggja brýr millum Føroyar og USA.