(Mynd: EPA)

Jamie Vardy leingir við Leicester

Sverri Egholm

06.02.2016 - 20:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fantastiski dagurin hjá Leicester fjeparum hevur hug at gerast alsamt betri.

Felagið boðar nú frá, at Jamie Vardy hevur longt sín sáttmála við felagið. Sáttmálin er galdandi til á sumri 2019.

- Eg eri glaður fyri at sleppa at arbeiða fyri nøkrum serligum í felagnum sum ein partur av hópinum. Eg havi ongantíð kent til ein tílíkan anda sum her. Alt frá eigarunum, venjaranum og hansara toymi til spælararnir og áskoðararnir. Tað vil eg vera ein partur av í langa tíð, sigur Jamie Vardy við heimasíðuna hjá felagnum.

Jamie Vardy hevur verið settur í samband við fleiri feløg seinastu tíðina, men nú er tað so greitt, at hann verður partur av Leicester til á sumri 2019.

Fyrr í dag vann Leicester 3-1 á útivølli móti Manchester City og legði seg klárt á odda í Premier League.

Les eisini: Leicester vann oddabrak: Klárt á odda í Premier League



Mest lisið