Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Italska stórfelagið, Juventus, hevur fingið nýggjan samleika. At júst hetta felagið broytir sítt logo er ein stórhending í fótbóltsheiminum, tí júst Juventus er tað mest ikoniska og stílskapandi fótbóltsfelagið í Evropa.
Fyri einum ári síðani boðaði Andrea Agnelli frá, at tey fóru at broyta útsjóndina. Tey skuldu brúka eitt ár upp á gransking til tess at finna rætta úttrykkið. Í gjárkvøldið var so avbjóðingin í sambandi við stóru mótavikuna í Milano.
Úrslitið er ein skjøldur við einum ’J’.
Sum sæst á filminum, ið er gjørdur til leyslatingina, liggur helst nógv hugsan aftanfyri, hóast tað í fyrstu atløgu ikki sæst í nýggja merkinum. Og tað er eisini orsøk til, at broytingin hevur skapt mikla øsing millum Juventus-fjepparar, ikki bert í Italia, men kring allan heim.
Nýggja búmerkið er eitt súmboð umm på ”the Juventus way of living”, verður sagt
Siðbundna italska felagið við sínum eyðkendu svørt-hvítu rípum, verður á mannamunni kallað La Veccia Signora – gamla kvinnan. Sum búmerki/skjøldur hevur felagið higartil havt strípur við navninum og so eini mynd av eini illum tarvi standandi á bakbeinunum. Tarvurin er ímyndin hjá heimstaðnum, Torinu. Undan tí var djórið á skjøldrinum ein zebra, sum framvegis er maskotturin hjá felagnum.
Sigast má, at nýggja búmerkið ikki endurspeglar nakað av hesum sterku ímyndunum hjá felagnum.