Semir Hadzibulic saman við formanninum í KÍ, Tummas Lervig (Mynd: ki.fo)

KÍ leingir við Hadzibulic og tveir aðrar

Ingi Samuelsen

30.04.2017 - 10:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

KÍ er longu nú farið at tryggja sær leikaratilfar til komandi leikár. Í gjár vóru sáttmálar longdir við tríggjar av leikarunum á liðnum.

30 ára gamli miðvallarin Semir Hadzibulic úr Serbia leingir sáttmála við KÍ, so hann eisini verður á liðnum í 2018 og 2019, skrivar heimasíðan hjá KÍ.

- Tað er eingin loyna, at Semir hevur verið ein góður leikari fyri KÍ síðan hann kom til felagið í 2016. Í fjør var hann millum mest eyðsýndu leikararnar í Effodeildini, og í ár hevur hann hildið fram, har hann slepti í fjør, skrivar KÍ á heimasíðuni.

KÍ longdi eisini í gjár sáttmála við tveir av ungu leikararnar á liðnum, 20 ára gamla Jóannes Bjartalíð og 19 ára gamla Jóannes K. Danielsen.

Jóannes Bjartalíð var í fjør KÍ ein dyggur og vandamikil áleypari og varð valdur til ársins unga leikara í Effodeildini, og fyrr í ár varð hann eisini úttikin til A-landsliðshópin fyri fyrstu ferð. Jóannes Bjartalíð hevði sáttmála fyri kappingarárið 2018, men hevur nú eisini lagt kappingarárið 2019 afturat sáttmálanum.

Jóannes K. Danielsen hevur hetta seinasta árið gjørt mest um seg í næstbestu deildini og á U18 liðnum hjá KÍ har hann telist millum vandamiklastu leikararnar. Hann hevur ikki longur aldur at spæla við U18. Í fyrstu deild er hann skrásettur fyri 31 mál í 46 dystum, skrivar KÍ á heimasíðini.

- So talan er um sannførandi avrik á so ungum aldri. Enn bíðar gjøgnumbrotið á besta liðnum, men har er hann higartil skrásettur fyri 11 landskappingardystir og ein steypadyst.

Jóannes K. Danielsen hevur gjørt sáttmála fyri kappingarárini 2018 og 2019.

KÍ spælir í dag klokkan klokkan 15 heima móti EB/Streymi. Hinir dystirnir í Effodeildini í dag eru hesir:
TB/FSC/Royn-NSÍ
HB-Víkingur
07Vestur-Skála

Suðringar liggja á odda við 12 stigum, Víkingur hevur 11, B36 og KÍ 7, HB, NSÌ og 07Vestur hava 6,ÍF 5, EB/Streymur 4 og Skála hevur 3 stig. Í gjár vann B36 sín fyrsta dyst í ár, 4-0 heima móti ÍF.




Mest lisið