Mynd: Hjalmar Jóhan Juul

Klárt til móttøku á Glyvrum

Sverri Egholm

02.09.2017 - 13:57

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Alivinna

Klokkan 15 bjóðar Bakkafrost til almennu móttøku og hátíðarhald í samband við nýggja virkið á Gluvrum umframt nýggja tænastuni skipið Róland.

Aftaná hátíðarhaldið verður opið fyri vitjandi umborð á Róalandi og møguleiki verður at síggja nýggja framleiðslu- og fyrisitingarbygningin á Bakka.

Skráin er hendan:
Kl. 15:00 Nes Sóknar Hornorkestur spælir
Kl. 15:05 Regin Jacobsen, stjóri, bjóðar vælkomin
Kl. 15:10 Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur røðu
Kl. 15:20 Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu
Kl. 15:30 Regin Jacobsen, stjóri, endar
Kl. 15:35 Nes Sóknar Hornorkestur spælir tjóðsangin




Mest lisið