Eystursíðan á Tórsvølli

Klárt til vestursíðuna á Tórsvølli

Steinar Patursson

17.06.2016 - 13:16

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tórshavnar býráð hevur samtykt uppskot til samstarvsavtalu við FSF um at dagføra vestursíðuna á Tórsvølli og fáa áskoðaraplássini undir tak eftir sama leisti sum eystur- og suðursíðan, og í næstum verður sostatt farið í gongd við næsta stigið í heildarætlanini fyri Tórsvøll.

Samstundis verður FSF bygningurin út- og umbygdur, soleiðis at umklæðingarrúmini hjá dómarum og spælarum verða betrað. Eisini skulu umstøður til dopingrúm, læknar, fjølmiðlar og áskoðarar annars betrast munandi.

Útbyggingin, ið sambært Tórshavnar kommunu væntandi verður liðug í 2019, hevur eisini tann vinnin, at Niðari vøllur í Gundadali eisini fær høliskarmar, ið ikki eru til taks í dag. Áskoðarakapasiteturin á vestursíðuni veksur við 200 setrum, so at samlaða áskoðaratalið í vesturskýlinum verður 1.730.

Tá umbyggingin er liðug verður Tórsvøllur góðkendur sum ein Category 4 leikvøllur, ið er hægsta kategori hjá Uefa. Hetta skal framtíðartryggja, at A-landsliðsdystir framhaldandi kunnu spælast í Føroyum.



Mest lisið