Mynd: Sverri Egholm

Leita við Kirkjubønes

Sverri Egholm

31.08.2017 - 08:36

Tíðindi >

Framvegis verður leitað eftir saknaða manninum í Skopunarfirði. Tað hevur rikið eystureftir síðani hendingina, og tí verður leitað út fyri Kirkjubønes og í økinum har á leiðini.

Í løtuni eru tað Brimil, Lív, Teistin og Mykines sum luttaka í leitingini. Umstøðurnar at leita eru framvegis sera góðar, og Tyrlan kemur aftur at leita um eina løtu, verður sagt av MRCC.

Tað var klokkan 02:01, at MRCC fekk boð um, at farmaskipið Mykines hevði borið við ein lítlan glastrevjabát. Mykines vendi við beinanvegin og fór at leita eftir bátinum og fann hann. Teir settu so MOB bátin út og fingu bjargað einum manni av bátinum. Ein er framvegis saknaður.




Mest lisið