Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Leitaði sær sjálvur á sjúkrahús eftir óhapp

Sverri Egholm

13.01.2018 - 16:38

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Seinnapartin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var farin av Vestmannavegnum.

Bilførarin, sum hevði fingið nakrar snuddir, hevði sjálvur leitað sær á Landssjúkrahúsið at fáa hjálp, skrivar tíðindasíðan vp.fo.

Fráboðanin kom eina løtu aftaná, at óhappið var hent.

Sum skilst var bilurin á veg suðureftir tá óhappið hendi, og kom ov langt út í vegjaðaran og misti tamarhaldið.