Tilvildarlig mynd

Miðbýurin í Oslo skal vera bilfríur

Steinar Patursson

20.10.2015 - 12:21

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Norski arbeiðaraflokkurin, SV og tey Grønu eru farin í samgongu í býráðnum í Oslo, og ein av ætlanum teirra er, at miðbýurin skal vera bilfríur áðrenn 2019.

Samstundis vil býráðið, at súkklumøguleikarnir í miðbýnum skulu byggjast út, og at parkeringshús, ið standa til hindurs fyri at útbyggja súkklumøguleikarnar, skulu takast niður.

Tað er tó greitt, at vørubilar, sjúkra- og sløkkiliðsbilar og bilar, ið koyra fólk við breki, skulu sleppa ótarnaðir inn í miðbýin.

Tað eru tey Grønu, ið eru komin við ætlanini, ið hevur verið í teirra stevnuskrá leingi.

Men ikki øll eru eins fegin um ætlanirnar.

Hýruvognsvinnan, handilsvinnan og tey, ið eiga og reka parkeringshús í miðbýnum, eru øll ímóti ætlanini, ið tey siga fer at raka handils- og vinnulívið hart.

Eitt umboð fyri hýruvognsvinnuna sigur við NRK, at tey halda tað vera utopi at gera miðbýin bilfrían, tí at alt ov nógv hava tørv á hýruvognum og líknandi fyri at sleppa til arbeiðis og framat almennum stovnum í miðbýnum. Eisini verður víst á, at handilslívið fær eitt skot fyri bógvin, um ikki øll sleppa til handils ótarnað.

Eisini tey, ið eiga parkeringshús í miðbýnum eru stúrin. Summi av teimum mest vitjaðu parkeringshúsunum í Norra eru í miðbýnum í Oslo, og tað fer at hava við sær, at nógv arbeiðspláss fara fyri skjeyti.

Økið, ið talan er um, er sokallaði Ringur 1, og í Ringi 1 búgva 1063 fólk, umframt at 90.000 fólk arbeiða har.

Sí kortið yvir Ring 1 niðanfyri.




Mest lisið