Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Norðurlandahúsið og BankNordik bjóða øllum føroyingum í morgin kl. 14 at hátíðarhalda teirra nýggja samstarvi við einari rúgvu av mentan og stuttleika fyri bæði børn og vaksin.
Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum í morgin.
Á skránni verður ein singer-songwriter kafé, klovnurin Tapé, framførslur við Blue Coat Brass Band og framsýningar hjá Katarinu Mistal og við list hjá BankNordik.
Jens Kristian Vang, myndamaður okkara, hevur í hesum sambandi verið í Norðurlandahúsinum í dag og tikið myndir av nøkrum av listaverkunum hjá BankNordik.
Myndirnar kunnu síggjast niðanfyri
BankNordik segði í gjár í tíðindaskrivi hesum listaverkunum viðvíkjandi, at...
- BankNordik hevur stovnað BankNordik-savnið og samstundis givið nýstovnaða savninum 626 listaverk í gávu. Savnið skal umsita, varðveita og sýna fram tey mongu listaverkini, sum bankin hevur keypt gjøgnum árini, umframt menna listasavnið og føroyska list.
- BankNordik-savnið er skipað sum ein sjálvsognarstovnur, og BankNordik letur savninum 626 listaverk til ognar. Verkini eru virðismett til 5.040.000 kr. Umframt listaverkini letur bankin savninum 250.000 kr. í byrjanarpeningi og 150.000 kr. til árliga raksturin í 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021.
- Endamálið við savninum er at geva øllum áhugaðum atgongd til at síggja áhugaverdu listina. BankNordik-savnið fer m.a. at skipa fyri sersýningum og læna listaverk út til søvn umframt almennar og privatar stovnar. Ætlandi verða listaverkini bæði sýnd fram á framsýningum í Føroyum og uttanlands, og harvið kunnu verkini fáa nýtt lív og skapa gleði fyri øll, sum hava áhuga fyri list.