(Mynd: NORA)

Myndir: Bláa avbjóðingin í Öström

Ingi Samuelsen

24.08.2017 - 08:32

Mentan > List > Sniðgeving

Ein spennandi verkætlan fer í hesum døgum fram í Öström í Havn. Tað er Norrøna Atlantssamstarvið, Nora, sum skipar fyri altjóða stevnu og kapping fyri sniðgevar í Føroyum.

Blue Fashion Challenge 2017 er ein partur av danska formansskapinum fyri Norðurlandaráðið í 2015, har vøkstur í bláa bio-búskapinum varð settur á skrá, og við hesi avbjóðingini verður roynt at vísa á hvørjar alternativar møguleikar vit á okkara leiðum hava at skapa nýmótans klæði við øðrvísi tilfari.

Talan er um at skapa klæði burturúr burðardyggum skinni og fiskaskræðu úr norðuratlantiska økinum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti stevnuna í gjár, og hildið verður fram í dag, í morgin og leygardagin verður so gjørt av, hvør hevur klára seg best í avbjóðingini.

Myndirnar eru læntar frá Facebook-vanganum hjá Nora.

Lesið eisini: Kendur mótafotografur til Føroya at avmynda øðrvísi sniðgeving




Mest lisið