Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Tað nærkast av álvara til fyrstu finaluna í nýggju høllini á Hálsi.
Kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF hita í løtuni upp á bláa og gula gólvinum, og fjepparar hjá feløgunum gera seg eisini til reiðar í hvør sínum enda; vestmenningar eru í nýggja endanum, meðan tey grønu úr Havn eru tekniskt sæð í gomlu høllini.
Fjeppararnir streyma inn , og beint sum teir koma inní høllina eru básar sum fleiri av hondbóltsfeløgunum hava, har ymiskt gott er at fáa til keyps. Eisini eru aktivitetur, har man kann royna síni evna at kasta, og so er eisini sangur frá Jens Marna Hansen og Finnur Koba.
Lagt er í eldin til eina sera spennandi finalu millum tvey tey bestu kvinnuliðini í Føroyum í framúr umstøðum.