(Mynd: EPA)

Myndir frá oyðileggingunum frá Irmu

Ingi Samuelsen

07.09.2017 - 11:52

Tíðindi > Veðrið

Oyggin Saint Martin í Karibia var ein av fyrstu oyggjunum, sum tropiska ódnin Irma rakti. Og fyrstu myndirnar vísa, at skaðin er ógvusligur.

Mett verður, at 95 prosent av oynni eru oyðiløgd, hevur ein talsmaður fyri myndugleikarnar á oynni sagt. Oyggin liggur í landnyðringshorninum av Karibia.

Hóast oyggin Saint Martin bert er 87 ferkilometrar, so hýsir hon tveimum londum. Norðari partur av oynni er franskur, og kallar Saint-Martin, hevur góðar 36.000 íbúgvar (sambært Wikipedia, 2011), og sunnari partur er hollendskur, Sint Maarten við gott 33.000 íbúgvum (Wikipedia, 2011).

Sint Maartin er helst mest kend fyri flogvøllin, sum liggur so tætt at eini væl umtóktari baðistrond, at stóru flogførini flúgva beint yvir fólkunum tá tey lenda. Nógvir filmar av hesum eru at síggja, eitt nú á YouTube.




Mest lisið