Myndir: Niðurtøka av gamla skorsteininum á Hagaleiti

Tíðindaskriv

21.03.2018 - 21:35

Tíðindi >

Í góðveðrinum mánadagin byrjaði niðurtøkan av 29 ára gamla skorsteininum á Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík. Nýggi skorsteinurin verður 33 metrar høgur og verður hann sostatt nakað styttri enn tann gamli, ið var 58 metur. Tørvur er ikki á so høgum skorsteini longur vegna góðu roykreinsiskipanina, sum IRF fekk í 2006.

Hetta arbeiðið er partur av stórum umvælingar- og útbyggingararbeiði hjá IRF.Í februar steðgaði IRF ovninum á Brennistøðini og byrjaði arbeiðið at taka gamla heittvatnsketilin niður. Nýggi heittvatnsketilin verður munandi effektivari enn undanfarni og fer IRF at kunnu brenna umleið 75 tons av burturkasti um døgnið, í mun til 60 tons í dag. 

Brennistøðin fer harumframt at kunna koyra í 11 mánaðir út í eitt, áðrenn neyðugt verður at steðga fyri at reinsa skipanina, sum eisini er ein betran í mun til í dag.

Seinni í ár verður farið undir at byggja nýggja móttøkuhøll afturat Brennistøðini, ið skal betra um møguleikarnar at skilja burturkastið. Samlaða íløgan úti á Hagaleiti verður mett at kosta áleið 70-80 mió. kr. og verður eftir ætlan liðug á sumri 2019.




Mest lisið