Myndir: Samkyndir bretskir menn giftir í Ráðhúsinum
Sverri Egholm
06.09.2017 - 15:01
Tíðindi >
Klokkan 14 í dag var fyrsta vígslan av einum samkyndum parið í Føroyum. Tað var í Ráðhúsinum á Vaglinum, at hetta fór fram.
Miðlarnir sluppu ikki inn í hølini, har sjálv vígslan fór fram, men aftaná vóru teir báðir bretarnir blíðir og tíðir og svaraðu spurningum frá miðlunum.