Mynd: Eilif Jógvansson

Myndir: Skera upp á Skála

Sverri Egholm

30.08.2017 - 07:07

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Í gjárkvøldið vóru fólk frá Runavíkar kommunu og av Skála og skóru teir 30 hvalirnar upp, sum vóru komnir frá Hvannasundsgrindini.

Tað var nevniliga so, at Runavíkar kommuna fekk part av grindini, sum taldi um 50 hval, og sum legði beinini í Hvannasundi seinnapartin í gjár.

Avgerð varð tikin um at tað ikki var nokk til allar 4000 borgararnar í kommununi, og tað varð tí býtt til fólk á Skála, í Skálafirði og í Oyndarfirði.

Grindapartarnir til fólkið á Skála og í Skálafirði verða til avheintingar í Turkihúsinum á Skála í morgun klokkan 9.

Eilif Jógvansson tók nakrar myndir í gjárkvøldið.

Les eisini: Fimta Hvannasundsgrindin í ár




Mest lisið