Narluneq sum nýggjur eftir yvirháling hjá Oilwind

Tíðindaskriv

04.09.2017 - 11:52

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Fýra mánaðir og fýra milliónir krónur aftaná, er skipið “Narluneq” frá Narsaq klárt til fiskiskap.

Narluneq er ein fyrrverandi trolari og krabbabátur, sum tey seinastu nógvu árini hevur tað virkað sum m.a. vaktarskip og til kavarauppgávur. Onkur helt fyri, tá skipið kom á Miðvág, at tað nokk var ávegis til upphøggingar, men skipið er nærum ikki til at kenna aftur, nú alt er sett í stand og útgjørt til fiskarí aftur. Alt er gjøgnumgingið og nærum allir slitdeilir skiftir út.

Motorarnir eru gjøgnumgingnir, frystiskipanin er uppstigað, tveir plátufrystarar ísettir, og frystiorkan er nú 12-15 tons um samdøgrið. Kapasiteturin í lastini er eisini øktur, og skipið kann lasta smá 100 tons av blokkfrystum svartkalva.

Ein automatisk línuskipan við 12.000 húkum er eisini ísett. Pláss er eisini fyri meiri línu, men kappasiteturin er nøktandi til fiskiskapin, sum skipið er ætlað til.

Nýtt garnaspæl, garnhálarar og hagreiðingarútgerð til garnafiskiskap er ísett. Gørnini vera drigin á shelterdekkinum, og verða síðan flutt niður á arbeiðsdekkið, har tey blíva reinsað, og svartkalvi og annar fiskur verður tikin frá. Gørnini verða síðan hálað ígjøgnum rør aftur í garnapavnarnar aftast í skipinum. Tey eru so klár at seta út aftur, um ein vil tað.

Nú skipið er klárt til fiskiskap, er tað helst einasta frystiskip av sínum slag, sum hevur tveir fiskireiðskapir umborð í senn. Í grundini kann tað á sama túri bæði seta og draga gørn og seta og draga línu sera effektivt og lætt. Aftan á royndartúrin og smærri tillagingar er reiðari og manning sera vælnøgdir við føroyska avrikið. Narluneq er nú ávegis til fiskiskap í Vesturgrønlandi.

Tað er Oilwind í Miðvági, sum hevur staðið fyri uppgávuni. Afturat Oilwind hava fleiri føroyskir undirveitarar veri við til at loysa hesa væl úr hondum greiddu uppgávuna.

Tíðindaskriv frá Oilwind





Mest lisið