(Mynd: EPA)

Nikolaj Jacobsen verður danskur landsliðsvenjari

Ingi Samuelsen

02.12.2016 - 11:23

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Fyrrverandi vongurin á danska harralandsliðnum í hondbólti, Nikolaj Jacobsen, verður nýggjur venjari hjá danska manslandsliðnum, tá íslendski Guðmundur Guðmundsson gevst. Tað boðar danska hondbóltslandsliðið frá í dag.

Nikolaj Jacobsen er í løtuni venjari hjá Rhein-Neckar Löwen í bestu týsku hondbóltsdeildini.

- Eg gleði meg til at koma aftur á stóra landsliðspallin og vera við í bæði EM, HM og OL kappingum. Eg vil eisini sleppa at vinna okkurt við landsliðnum, sigur Nikolaj Jacobsen, sum ongantíð eydnaðist at vinna heiðursmerki meðan hann var á landsliðnum frá 1991 til 2003.

Nikolaj Jacobsen hevur sáttmála við Rein-Neckar Löwen fram til 1. juli 2019, og hevur ongar ætlanir um at svíka núverandi arbeiðsgevaran, so at hann kemur at standa á odda fyri bæði týska liðnum og danska landsliðnum í fyrsta umfari tey fyrstu tvey árini.

Nikolaj Jacobsen tekur við sum landsliðsvenjari 1. august 2017. Sáttmálin er fyri fýra ár.



Mest lisið