Norðoya Sparikassi (Mynd: ns.fo)

Norðoya Sparikassi verður 97 ár leygardagin

Tíðindaskriv

22.09.2016 - 20:29

Tíðindi > Pengar > Bankavirksemi

Føroya elsti peningastovnur, Norðoya Sparikassi, gerst 97 ár tann 24. september 2016. Framskygd fólk í Norðoyggjum tóku í 1919 stig til at stovna ein sparikassa. Tørvur var á einum peningastovni í økinum, sum kundi veita bæði privatum og vinnurekandi tænastur.

Nógv er broytt síðan 1919. Norðoya Sparikassi hevur tillagað seg til skiftandi tíðir í hesa knøppu øldina hann hevur virkað, men grundleggjandi er hugsjónin tann sama.

Norðoya Sparikassi veksur støðugt og er í dag virkin í nærumhvørvinum við deildum í Tórshavn og Fuglafirði og høvuðsdeild í Klaksvík.

Nú vit síggja fram til 100-ára hátíðarhaldið í 2019, hevur sparikassin orðað sína strategi av nýggjum. Strategiin tekur støði í sparikassans uppruna og søgu, men samstundis tillagar hon sparikassan til framtíðina – soleiðis sum vit síggja hana.



Mest lisið