Uppskotið hjá Kyndli, Neistanum og Fleyr, um at byggja út Høllina á Hálsi

Nú kemur dupulthøllin og høll á Argjahamri

Tíðindaskriv

10.12.2015 - 22:06

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Í áravís hevur tørvur verið á fleiri venjingartímum í ítróttahallum í høvuðsstaðarøkinum. Ásannast má, at kommunan hevur ikki loftað hesum tørvi síðani Hoyvíkshøllin varð bygd.

Men eftir býráðsfundin í kvøld er greitt, at nýggjar hallartíðir eru í høvuðsstaðnum.

Býráðið samtykti í kvøld tvær hallarútbyggingar. Høllin á Hálsi skal byggjast út til dupulthøll, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Harumframt verða bygd høli til judo og borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.

Eisini á Argjum verður nú loksins eisini ítróttahøll. Dupultfimleikahøllin í Skúlanum á Argjahamri verður nú út- og umbygd til fulla ítróttahøll íroknað áskoðarapláss.

Við hesum báðum ítróttahallum aftrat fær innandura ítróttin, serliga hondbólturin, flogbólturin og skjótt vaksandi ítróttin kurvabóltur, nógv fleiri tímar til nógva virksemið, sum í fleiri hevur verið darvað av vantandi venjingartímum.

Fyri judo og borðtennis verður talan um heilt nýggjar tíðir, har hesar ítróttagreinir nú fáa karmar til at vaksa og trívast í saman við ítróttaumhvørvinum á Hálsi annars.

Við dupulthøllini á Hálsi verður talan um ítróttadepil, ið enn betri kann virka sum tjóðarhøll eitt nú í sambandi við finalustevnur og flestu altjóða dystir. Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum kunnu flytast.

Umframt fjøltáttaða ítróttavirksemið fær høvuðsstaðurin uppaftur betri umstøður til onnur størri og savnandi tiltøk, sum altíð hava verið partur av ítrótta- og samkomuhøllini á Hálsi, tað veri seg til konsertir, vinnutiltøk, samkomur o.a. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2.500-3.000 áhoyrarum alt eftir uppseting.

Eisini verða parkeringsumstøðurnar munandi betraðar við fleiri enn 100 nýggjum parkeringsplássum.

Stadionøkið í Gundadali verður við hesum uppaftur sterkari ítróttadepil saman við Tórsvølli, FIMI og um fá ár eisini langhyli. Og Argir fær sum síðsti stóri býarparturin sína egnu høll.

Eftir ætlan verður Høllin á Hálsi liðug útbygd tíðliga í 2017, og høllin á Argjahamri á heystið 2016. Í 2019 er væntandi eisini ein nýggj ítróttahøll bygd í Skúlanum á Fløtum.

Tá er hallarkapasiteturin í høvuðsstaðnum tvífaldaður. Av sonnum nýggjar hallartíðir í høvuðsstaðnum.



Mest lisið