Nýtt sjónbandalag frá bólkinum BYRTA

Oda Strøm

11.06.2018 - 12:51

Mentan > Mentan > Tónleikur

Í dag gevur BYRTA nýtt sjónbandalag út, og lagið eitur Hennara dansigólv. 

Tað eru júst 3 ár liðin, síðan bólkurin síðst gav út staklag og sjónband, men nú er bólkurin aftur í upptøkuhølunum og arbeitt verður við eini nýggjari fløguútgávu, sum kemur út fyrru helvt av 2019. 

Hennara dansigólv er fyrsta staklag av komandi útgávu, og Silvurdrongur er gestarappari á lagnum. 

Heiðrik á Heygum hevur gjørt sjónbandið, sum er tikið upp á takinum á Havnar Klubba. Lagið verður tøkt á Spotify og iTunes í næstum. 




Mest lisið