Odense: Fimm føroysk listafólk í Norðuratlantshúsinum

Ingi Samuelsen

14.03.2018 - 14:52

Mentan > List > Myndlist

Í morgin letur upp listaframsýning í Nordatlantisk Hus í Odense, kalla ’Frænder’. Fimm listafólk sýna fram breiddina í føroyskari list. Tey eru Pól Skarðenni, Eyðun av Reyni, Guðrið Poulsen, Joen Cole og Edward Fuglø.

Pól Skarðenni og Eyðun av Reyni sýna fram málningar við íblástri úr landslagnum. Guðrið Poulsen sýnir keramiskar skurmyndir, Joel Cole skurmyndir úr viði og Edward Fuglø eina installasjón, kallað ’Group Meeting’ við trimum tríggjar metrar longu kovboybuksum, hangandi úr loftinum.

Edward Fuglø er frammanundan kendur í Norðuratlantshúsinum fyri stóra veggjamálningin ’Svanedronningen’, ið var ein gáva frá Klaksvík til vinabýin Odense tá húsið lat upp.

Onkur av hinum listafólkunum eru eisini kend frammanun á Odense-leiðini, Guðrið fyri prýðing í garðinum við nakrar ungdómsíbúðir við Finlandskajen og Poul Skarðenni hevur verið við til at skapa serlig umhvørvi fyri leyvurnar í Odense Zoo, skrivar Norðuratlantshúsið í tiðindaskrivi.

Framsýningin 'Frænder' er opin frá 15. mars til 12. mai.




Mest lisið