Ongin yvirlivdi umborð á Sanchin

Høgni Midjord

14.01.2018 - 11:12

Tíðindi >

Í eina góða viku hevur oljutangaskipið, Sanchin brent eystanfyri í Kina.

Eftir drúgt leitingararbeiði, staðfesta myndugleikarnir nú, at helst hevur øll mannningin, ið taldi 32 mans, latið lív.

Eldurin kyknaði, tá ið skipið rendi saman við eitt annað skip, 160 sjómíl frá Yangtze-ánni.

3 lík vórðu funnin beinanvegin, men enn er ikki eydnast at finna hini 29. Orsøkin til samanstoytin er ikki staðfest enn, men tað verður kannað av myndugleikunum.