Frá setanini av oyggjaleikunum á Jersey 2015

Oyggjaleikir: Smáu oyggjarnar eiga at bjóða seg fram

Ingi Samuelsen

04.02.2016 - 10:09

Ítróttur > Ítróttur > Altjóða ítróttarkappingar

Fleiri oyggjar eiga at fáa møguleikan at verða vertir fyri Oyggjaleikum. Tað heldur hetlendski limurin í altjóða Oyggjaleikanevndini, James Johnston, sum ikki heldur, at tað ger nakað um oyggjaleikir minka nakað í vavi av hesi orsøk.

BBC Guernsey hevur tosað við hann í sambandi við ein fund í oyggjaleikanevndini, og her vísir hann á, at tað er tann skeiva gongdin, at oyggjaleikirnir gerast alsamt størri og størri.

- Tað er av týdningi at vit fara frá áskoðanini har vit áhaldandi søkja størri og betri leikir. Tað er av størri týdningi, at limalondini í felagsskapinum verða før fyri at hýsa leikinum, sigur James Johnston við BBC Guernsey. Oyggjaleikanevndin var savnað á Guernsey í samband við, at finnast skal ein vertur fyri oyggjaleikunum 2021.

Oyggjaleikirnir eru støðugt vorðnir størri. Yvir 2.700 ítróttafólk frá 24 oyggjum vóru við á leikunum á Jersey í summar, sum kostaðu næstan 2 milliónir pund – knappar 20 milliónir krónur – skrivar BBC.

Føroyar høvdu fingið vertsskapin fyri leikirnar í 2019, men tá tað vísti seg, at vit ikki megna at hýsa sama tali av ítróttagreinum, sum nú, valdi ÍSF at taka taka tilboðið aftur.

Síðan varð vertsskapurin latin víðari til Menorca, men tey tóku seg eisini aftur. Nú er so avgjørt, at leikirnir í 2019 vera á Gibraltar, men als ikki í líka stórum skala, tí eitt nú vera ongar kappingar í fótbólti, súkkling og flogbólti, skrivar BBC.

Hetlendski oyggjarnevndarlimurin heldur, at hetta er í fínasta ordan, hóast onkur hevur talað at.

- Heldur vera við til at gera nakað gott fyri oynna, enn áhaldandi at royna at vaksa. Vit hava 18 ítrótagreinar at velja ímillum, og tað er av týdningi, at verturin ger tað, sum er best fyri ta oynna, har íløgan verður gjørd, sigur Jamie Johnston við BBC Guernsey.



Mest lisið