Prísurin á Føroya størstu verkætlan kunngjørdur í dag

Jens Hákun Leo

27.09.2016 - 10:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Í dag verður greitt, hvør skal gera Eysturoyartunnilin og helst eisini Sandoyartunnilin, og hvat endaligi prísurin fyri Føroya størstu verkætlan verður. Tilboðini verða latin upp klokkan 14 í dag.

Hesi tíðindini ber KVF í dag.

KVF skrivar, at báðir tunlarnir verða gjørdir í somu verkætlan, og at prísurin verður umleið tvær milliardir krónur tilsamans, sum ligið hevur í kortunum.

Eftir ætlan letur Eysturoyartunnilin upp í 2019 ella 2020 og Sandoyartunnilin í 2023.



Mest lisið