(Mynd: Dave B á TripAdvisor)

Pylsuvognurin fær óvanliga góð skoðsmál

Ingi Samuelsen

24.11.2016 - 10:48

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

”Eventhough it May Seem cheap and nasty, this is the safest restaurant in the City. You always get what you pay for, and you are never disappointed” (”Hóast tað kann tykjast bíligt og ódámligt, so er hetta tryggasta matstað í býnum. Tú fært altíð tað, tú rindar fyri, og tú verður ikki vónsvikin”)

TripAdvisor er ein ógvuliga nógv brúkt og væl dámt heimasíða hjá fólkum, ið ferðast. Her er møguleiki hjá brúkarum at meta um tilboðini, sum ferðafólkini møta á ymsum støðunum. Og hjá øðrum at leita sær ráð um hvagar tey skulu fara. Tað verði seg reguler ferðafólkamál, men eisini eitt nú matstovur.

Matstøðini í Føroyum verða eisini ummæld og mett á TripAdvisor, og generella metingin samsvarar eisini ofta til ta almennu fatanina. Tað vil siga, at tað eru tær stjørnuprýddu matstovurnar í Havn, sum Áarstova, Koks, Barbara og Etika, sum fáa tey bestu ummælini.

Mest óvæntaða matstaðið á listanum, man vera Emilia Fastfood, sum liggur beint uttan fyri topp 10 listan yvir matstøð í Havn, á einum 11. plássi. Flest okkara kennast ikki í fyrstu syftu við navnið, men sigur tú ’pylsuvognurin á kaiini’, so vita øll, hvat tú meinar.

Um hugt verður eftir ummælunum sæst, at føroyingar sjálvir eru ídnir at rósa teimum kendu matstovunum. Emilia hevur ikki fingið so nógv ummæli. Tey flestu eru frá útlendingum, og tey eru sjáldsama positiv. Onki at fílast á viðvíkjandi matinum, bert at sitiplássini eru ov fá.

31 matstovur í Havn eru ummældar á TripAdvisor, og tær omanfyri nevndu Gist&Vist-matstovurnar liggja í toppinum.

Tilsamans 59 føroyskar matstovur í alt eru við á listanum. Bestu matstøðini uttan fyri Tórshavn, sambært TripAdvisor, eru Café Fríða í Klaksvík á einum 5. plássi, Café Fjørðoy í Sørvági á einum 8. plássi og Restaurant Hereford í Klaksvík á einum 11. plássi.

Listin yvir tey 59 matstøðini í Føroyum sæst her




Mest lisið