(Savnsmynd)

Rokna við 50 milliónum í avlopi komandi fíggjarár

Ingi Samuelsen

31.03.2016 - 10:01

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Nú klokkan 10 byrjaði tíðindafundur í Fíggjarmálum, har Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, leggur fram fígjarkarmarnar fyri komandi fimm árini. Talan er um fyrstu fíggjarkarmarnar hjá nýggju samgonguni.

”Sjálvbjargnar, samhaldsfastar & tíðarhóskandi Føroyar” hevur frágreiðingin til karmarnar fingið sum heiti.

Játtanarkarmarnir leggja upp til eitt rakstrarúrslit á fíggjarlógini næsta ár upp á 330 milliónir krónur. Við einum løgukarmi upp á 280 milliónir, verður avlopið 50 milliónir krónur.

Fíggjarmálaráðið staðfestir, at búskaparstøðan í landinum í løtuni er góð, hóast tað enn eru avbjóðingar, serliga við at betra haldførið í almenna búskapinum og tryggja seg móti at fólkafráflyting ikki tekur seg uppaftur.

Samgongan setir sær fyri at hækka løgukarmin úr 220 milliónum krónum í ár til 280 milliónir næsta ár. Serliga liðugtgeringin av Glasir og útbyggingin av Landssjúkrahúsinum krevja stórar játtanir í 2017.

Størstu løgurnar hjá landinum í tíðarskeiðnum fyri játtanarkarmarnar (2017-2021) eru Eysturoyar- og Sandoyartunlarnir, Glasir, Landssjúkrahúsið, Hvalbiartunnil, Tjóðleikhús, Havrannsóknarskip, Talgildu Føroyar og bústaðir til lesandi og fólk við serligum avbjóðingum. Harafturat verður roknað við kommunalum íløgum á umleið 600 millónir krónur í 2016.

Løgukarmurin hjá samgonguni verður við hesum uppskoti hækkaður til 330 millónir krónur í 2018, 370 milliónir í 2019 og 350 milliónir árini 2020-2021.



Mest lisið