Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Rufus Gifford, var móttikin sum ein stjørna, tá hann fyri løtu síðani helt røðu á Vaglinum í Havn sum heiðursgestur á Pride-gonguni, sum LGBT aftur í ár skipar fyri.
Umframt at vera ein vælumtóktur ambassadørur, sum hevur gjørt nógv vart við seg, hevur Rufus Gifford alla tíðina verið opin um at hann er samkyndur.
Í fjør heyst giftist hann við núverandi manni sínum, Stephen DeVincent, á ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Í røðu síni vísti Gifford á, at Føroyar eru komnar langt – minst líka so langt, sum USA var fyri 20 árum síðani.
- Tá eg var tanáringur ynskti eg bara at broyta meg sjálvan. Men leiðararnir – undangongufólkini – millum annað í LGBT-rørsluni lærdu meg um rættin til at vera tann eg eri. Tað eri eg ómetaliga fegin um í dag, segði Rufus Gifford millum annað.
Hann vísti á, at Føroyar eisini eiga undangongufólk, og nevndi Poul Michelsen, landsstýrismann, sum hann hevur fundast við í dag, og Sonju Jógvansdóttir, fyrsta tingfólkið í Føroyum, sum er opin samkynd.
- Leiðarar sum tit hava gingið á odda, og tað eri eg takksamur fyri. Tað er tí at eg eri her. Fyri at takka tykkum fyri stuðulin – eisini fyri stuðulin, sum eg og Stephen upplivdu, tá vit giftust á Keypmannahavnar ráðhúsi. Takk fyri at tit gingu á odda. Hetta hevur ikki einans týdning fyri Føroyar, men nógv longur enn tað, segði Gifford.