(Mynd: Jens Kr. Vang)

Verður størsta sakarmálið í Føroyum nakrantíð - byrjar í 2018

Steinar Patursson

05.11.2015 - 13:40

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Fyrst í januar í 2018 byrjar rættarsakin hjá Fíggjarligum Støðufesti móti gomlu gomlu oddamonnunum í Eik banka.

Tað segði Kringvarpið á middegi.

Teir fimm, ið verða stevndir, eru Fritleif Olsen, nevndarformaður, Odd Bjellvåg, næstformaður, Marner Jacobsen, forstjóri, jarni Olsen, stjóri og Hans Laksá, granskoðari.

Teir verða stevndir eftir 150 mió. krónum, og 130 dagar eru lagdir av til rættarmálið, ið verður í Føroya Rætti. Sakarmálið byrjar sambært Kringvarpinum í viku 2 í 2018, men eisini nakrir dagar eru lagdir av til sakarmálið í 2019, um tørvur er á tí.

Sakarmálið verður í Føroya Rætti mánadag, týsdag, mikudag og hósdag aðru hvørja viku.

Advokatarnir hava fingið heili 17 dagar at leggja fram skjøl fyri rættin, og fyllir sakarmálið 5 flytikassar.

Sakarmálið er tað størsta nakrantíð í Føroya Rætti, og 140 vitni eru innkallað.

Kringvarpið sigur, at avgjørt er, at tilnevna fólk at sýna og meta um granskoðanina hjá gamla Eik banka, og sakarmálið má bíða eftir tí.



Mest lisið